Í fjør var heitt kjak og orðadráttur bæði í miðilinum og millum lokalpolitikkarar um felags brennistøð fyri alt landið.
Ætlanin var tá, at byggja eina stóra felags brennistøð, eina sokallaða “multi-brennistøð”.
Tað var Tórshavnar Kommuna saman við leiðsluni hjá IRF, sum høvdu arbeitt eina tíð við ætlaninum um at leggja báðar brennistøðirnar saman í eina felags brennistøð.
Men hetta verður av ongum. Tað er nú greitt og kann eisini lesast í niðurstøðuni í ársfrásøgnini 2023 í júst hildna aðalfundinum, sum IRF hevði í Varpinum tann 30. apríl.
Í ársfrásøgnini 2023, sigur IRF m.a. soleiðis:
“Nýtt felags renovatiónsfelag í Føroyum
Á seinasta aðalfundi varð upplýst, at arbeitt varð við at stovna eitt nýtt renovatiónsfelag, sum allar kommunur í Føroyum kundu gerast limir í. Hetta arbeiðið bar ikki á mál, og tað verður ikki longur arbeitt við hesum málinum. “
Hetta kemur í kjalarvørrinum av ársaðalfundininum hjá IRF sum var hildin tann 28. apríl í fjør, har stóru ætlanirnar vóru lagdar á borðið og har felagið segði soleiðis m.a. um felags brennistøð:
“Nýtt felags renovatiónsfelag í Føroyum.
Í løtuni verður arbeitt við at stovna eitt nýtt renovatiónsfelag, sum allar kommunur í Føroyum kunnu verða limir í. Ætlanin er, at virksemið hjá IRF og KB verður lagt í nýggja felagið. Fyri IRF merkir tað, at alt virksemi og øll starvsfólk halda fram í nýggja felagnum, og at allar ognir og skyldur hjá IRF verða fluttar í nýggja felagið. Eftir ætlanini verður nýggja felagið stovnað seinni í ár.”
Men nú er sosatt greitt, at stóru ætlanirnar eru lagdar permanent á ís, og at eingin sokallað “multi-brennistøð” verður bygd á hesum sinni.
Les eisini: https://www.eyp.fo/borgarstjorin-i-eysturkommunu-kortanei-til-eina-felags-brennistod-i-torshavn/
Les eisni: https://www.eyp.fo/eysturoyggin-stendur-til-at-missa-100-arbeidsplass/
Deil á Facebook