Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.10.2026 22:15

Heim við góðum sigri og nógvum minuttum

Fegnar U15-gentur, eftir at sigurin á Malta varð tryggjaður - Mynd: www.mfa.com.mt

Fótbóltssamband Føroya

Úrtøkan gjørdist tvey tap og ein sigur í UEFA menningarkappingini, sum seinastu dagarnar hevur verið á Malta. Mótstøðulondini vóru Malta, Kosovo og Estland.

– Hetta hevur verið ein góð og lærurík menningarkapping. Vit hava spælt tríggjar sera javnar dystir, har allir leikararnir fingu 100 minuttir ella meira í spælitíð.

– Høvuðsfokus í einari menningarkapping liggur longu í orðinum, nevniliga menning. Og tað halda vit eisini, at vit sóu í kappingini. Vit taptu tveir teir fyrstu dystirnar, men í øðrum dystinum vóru vit til dømis á odda 2-0, og hevði tað lagað seg øðrvísi, kundu vit staðið eftir við einum sigri. Tað eydnaðist so í síðsta dystinum eftir brotssparkskapping.

Soleiðis sigur Jákup Mortensen, venjari hjá U15-landsliðnum við gentum, tá hann stutt tekur samanum UEFA menningarkappingina, sum farnu dagarnar hevur verið á Malta. Mótstøðulondini vóru Malta, Kosovo og Estland.

Í fyrsta dystinum taptu okkara gentur 3-1 fyri Kosovo. Málið hjá Føroyum skoraði Amalia Høgnadóttir.Í øðrum dystinum var spælt ímóti Estlandi. Føroyar komu á odda 2-0, men tá avtornaði vann Estland 4-2. Føroysku málini skoraðu Amalia Høgnadóttir og Heiðrunn Leo Vang.

Síðsti dysturin var móti vertstjóðini Malta. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 2-2, og tí skuldi dysturin avgerast við brotssparkskapping. Har drógu Føroyar longra stráið og vunnu samanlagt 5-3.

Heiðrunn Leo Vang og Amalia Høgnadóttir skoraðu føroysku málini í vanligu leiktíðini, meðan Ida Müller, Jastrid Petursdóttir Simonsen og Ruth Jógvansdóttir Gardar skoraðu í brotssparkskappingini.

Føroyski málverjin Emma Feilberg bjargaði einum brotssparki, meðan tvey av skotunum hjá Malta fóru upp um málið.

– Millum dystirnar høvdu vit venjingar og fundir, har dentur bleiv lagdur á at fáa spælararnar at hugleiða um dystirnar og tosa um støður úr dystunum. Tað meta vit er gott fyri menningina hjá leikarunum, sigur Jákup Mortensen.

Mynd: www.mfa.com.mt

Myndir: Turið Láadal Sejersdóttir