Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.10.2026 18:03

Gamli reyði Chevrolet: Tænt væl í nærum 40 ár

Mynd: Eyp.fo

Eyp grein

Hann hevur verið við til eldar, stormar og ódnir og koyrt jólamenn til børnini í kommununi. Gamli reyði Chevrolet-bilurin er ein eyðkendur partur av søguni hjá sløkkiliðnum í Gøtu og seinni Eysturkommunu – ein søga um stórar broytingar og menn, sum við ágrýtni hava bygt tilbúgvingina upp.

Måns Persson, fyrrverandi sløkkiliðsformaður í Gøtu, Gunnar Olsen, átaksleiðari í Eysturkommunu og Ludvík Petersen umboð fyri Bilfríðkan, møttust til eitt prát á sløkkiliðsstøðini í Leirvík Mynd: Eyp.fo

Tá ið Gøtu kommuna keypti reyða Chevrolet-bilin í 1988, var tað eitt stórt framstig fyri sløkkiliðið. Fram til tá høvdu menn í stóran mun verið noyddir at brúka egnar bilar til at flyta bæði fólk og útgerð.

Í dag hevur sløkkiliðið nútímans høli og munandi betri útgerð. Men gamli Chevrolet-bilurin er framvegis til taks og minnir á eina tíð, tá ið umstøðurnar vóru nógv meira krevjandi.

Byrjaðu við fáum amboðum

Fyrstu veruligu stigini til eitt skipað sløkkilið í Gøtu kommunu vórðu tikin í 1970–1971, tá ið Sæmundur Dalheim gjørdist arbeiðsformaður hjá kommununi. Hann hevði ábyrgd av kommunala arbeiðinum og stóð eisini á odda, tá ið eldur var í.

Fyrstu árini helt sløkkiliðið til í Tyrluhúsinum í Norðragøtu. Útgerðin var avmarkað, og menn høvdu at byrja við bert vanlig oljuklæði at lata seg í. Fartelefonir vóru ikki til, og tað kundi vera torført at fáa fatur á fólki, tá ið tørvur var á hjálp.

Sæmundur var við til at leggja grundarlagið undir sløkkiliðið. Í 1985 tók beiggi hansara, Herman Dalheim, við sum brandmeistari, sum starvið varð kallað tá. Seinni tók Måns Persson við sum sløkkiliðsformaður, og eftir hann kom Sørin Djurhuus.

Sørin røkti leiðsluna, til hann fór frá vegna aldur 29. september í 2023. Tá hevði hann verið knýttur at tilbúgvingini í 43 ár, harav 16 ár sum leiðari. Gunnar Ó. Olsen tók síðani við sum sløkkiliðsleiðari í Eysturkommunu.

Tung útgerð og brattar brekkur

Áðrenn sløkkiliðið fekk Chevrolet-bilin, varð útgerðin flutt á viðfestisvogni. Fyrst var talan um ein einfaldan, nærum heimagjørdan vogn við teimum mest neyðugu amboðunum. Seinni keypti kommunan ein tungan viðfestisvogn við eini stórari pumpu, og menn fingu eisini sløkkiliðsdraktir.

Viðfestisvognurin við pumpu og slangum er eitt minni um fyrstu árini hjá sløkkiliðnum. Mynd: Eyp.fo

Viðfestisvognurin bøtti um tilbúgvingina, men flutningurin var framvegis ein avbjóðing. Sløkkiliðsmenninir máttu brúka egnar persónbilar, og langt frá allir høvdu sleipikrók.

Serliga um veturin kundi vera trupult at sleipa tungu útgerðina niðan gjøgnum tær brøttu brekkurnar í bygdunum. Var kavi ella hálka, gjørdist arbeiðið uppaftur truplari.

Nýggi viðfestisvognurin fekk sín elddóp, tá ið turkihúsið úti á kaiini í Norðragøtu brann í 1985. Vognurin varð sleipaður á staðið við einum persónbili, men húsið stóð ikki til at bjarga og brann í grund.

Eitt stórt framstig í 1988

Tørvurin á einum bili til sløkkiliðsarbeiðið gjørdist alsamt greiðari. Ein stórur, serbygdur sløkkiliðsbilur, líkur honum, sum fuglfirðingar longu høvdu, varð tó ikki mettur at vera fíggjarliga møguligur hjá Gøtu kommunu.

Valið fall tí á ein Chevrolet Suburban við fýrahjólstrekkum og stórum motori. Hann hevði góða trekkmegi, rúmaði bæði monnum og útgerð og kundi koma fram í kava og brøttum lendi.

Bilurin varð skrásettur 29. desember 1988 og fekk nummarplátuna F 19044. Prísurin var 480.000 krónur – ein stór útreiðsla hjá kommununi tá, men samstundis ein týðandi íløga í trygdina í øllum bygdunum.

Við bilinum fekk sløkkiliðið munandi betri møguleikar at koma skjótt fram og hava neyðugu útgerðina við sær.

Chevrolet-bilurin varð skrásettur 29. desember 1988 og fekk nummarplátuna F 19044. Mynd: Eyp.fo
Eyðkenda pumpan framman á bilinum

Eitt serligt eyðkenni við Chevrolet-bilinum er stóra sløkkipumpan framman á honum. Hon verður rikin av motorinum á bilinum og kann pumpa upp í 1.500 litrar um minuttin.

Bilfríðkan í Tórshavn samstarvaði við eina danska fyritøku um at fáa pumpuna setta á bilin. Takið varð eisini hækkað 35 sentimetrar við eini yvirbygging úr glastrevjum, so betri rúm varð til fólk og útgerð.

Við eini eginvekt á 2.750 kilo var talan um ein tungan og støðugan bil. Júst hesi eyðkenni komu væl við, tá ið veðrið vísti seg frá síni ringastu síðu.

Sæmundur Dalheim eygleiðir sløkkipumpuna, sum situr framman á bilinum og er eitt av serligu eyðkennum. við bilinum Mynd: Eyp.fo
Ein tryggur skansi í ódnarveðri

Gjøgnum árini hevur Chevrolet-bilurin verið við til nógvar uppgávur, bæði stórar og smáar. Hann hevur tænt við eldar og verið góður at hava, tá ið stormar og ódnir hava herjað.

Tyngdin, fýrahjólstrekkið og rúmliga innrættingin gjørdu hann væl egnaðan til krevjandi uppgávur. Hann kundi flyta fleiri menn og útgerð og koma fram undir umstøðum, har vanligir bilar høvdu trupult við at standa seg.

Sum ein maður einaferð tók til í skemti:

– Fór hasin bilurin í stormi, so var at krógva seg í einum tunli, tí so høvdu øll húsini eisini farið.

Í dag stendur bilurin á tilbúgvingarstøðini í Leirvík. Hann verður mest brúktur sum eykabilur til flutning av amboðum og útgerð, tá ið tørvur er á tí.

Og hóast uppgávurnar eru broyttar, sæst hann framvegis í bygdunum. Á jólum koyrir gamli reyði bilurin jólamenn til børnini í Eysturkommunu.

Gamli bilurin er framvegis til taks og verður mest brúktur sum eykabilur til amboð og útgerð. Mynd: Eyp.fo
Tá ið brandstøðin fór í ódnini

Søgan hjá sløkkiliðnum rúmar eisini hendingum, sum hava sett djúp spor. Ein teirra var ódnin 31. januar 2008, tá ið gamla brandstøðin á Oyrini í Norðragøtu fór í vindinum.

Sløkkiliðið helt tá til í gamla bygninginum, sum nógv kendu sum Knetthúsið. Í dag er nýggjur matvøruhandil bygdur á staðnum, og nýggja býráðshúsið hjá Eysturkommunu stendur skamt harfrá.

Nógv minnast helst løtuna, tá ið Sørin Djurhuus tosaði beinleiðis í telefon við Øssur Egholm í Útvarpi Føroya um ringa veðrið í Norðragøtu. Meðan samrøðan var í gongd, tók ódnin bygningin.

Hendingin gjørdist ein sterk áminning um, hvørjar kreftir tilbúgvingin viðhvørt skal arbeiða undir.

Nútímans umstøður í Leirvík

Í 2019 stóð nýggja tilbúgvingarstøðin í Leirvík liðug. Har eru millum annað skrivstovur, skiftingarrúm og tvey bilhús, og tilbúgvingarútgerðin er savnað á einum staðið.

Støðin gevur sløkkiliðnum munandi betri arbeiðsumstøður og kann eisini brúkast sum miðstøð, tá ið størri tilbúgvingartiltøk verða sett í verk.

Staðsetingin í Leirvík hevur eisini týdning fyri tilbúgvingina við Norðoyatunnilin, so hjálp kann koma skjótt fram, tá ið óhapp ella vanlukkur henda.

Munurin frá fyrstu árunum við oljuklæðum, privatbilum og viðfestisvogni til nútímans tilbúgvingina er stórur.

Gamli Chevrolet-bilurin undir liðini á einum av størru sløkkiliðsbilunum Myndin lýsir væl menningina hjá tilbúgvingini. Mynd: Eyp.fo
Ein søga, sum eigur at varðveitast

Nógv fólk hava átt sín lut í at menna sløkkiliðið, fyrst í Gøtu kommunu og seinni í Eysturkommunu. Arbeiðið er bygt upp stig fyri stig við ágrýtni og vilja at bøta um trygdina hjá borgarunum.

Sørin Djurhuus eigur ein serligan heiður fyri síni mongu ár í tilbúgvingini. Við 43 ára tænastu hevur hann verið við til ein stóran part av hesi menning.

Ein bilur sum hevur tænt nærsamfelagnum væl og enn tann dag í dag verður brúktur til ymiskar uppgávur. Mynd: Eyp.fo

Gamli reyði Chevrolet-bilurin er ein sjónligur partur av somu søgu. Hann hevur tænt kommununi í nærum 40 ár og er framvegis til taks.

Hann er tí meira enn ein gamal sløkkiliðsbilur. Hann er eitt minni um arbeiðið, samanhaldið og menningina, sum hava skapt tilbúgvingina, vit kenna í dag.