Mynd: Eirikur á Húsamørk, stjóri (Eysturoyarportalurin)
Nú spøkir tað aftur. Málið um nýggju ovurstóru brennistøðina – sokallaðu “Multi” brennistøðina, sum skal hýsa øllum skrelli, hjá øllum føroyingum, sum skal byggjast í høvuðsstaðnum.
Ein ætlan sum hevur verið frammi áður, er nú blussað uppaftur.
Í Leirvík situr ein stúrin stjóri. Ein sum hevur fylgt væl við kjakinum og sum fer at vera sera meint raktur av hesum er Eirikur á Húsamørk, stjóri á Faroe Marine Products, eisini kallað Høvdavirkið í Leirvík.
Faroe Marine Products er eitt føroyskt virki, ið turkar fiskahøvd og ryggir til matna. Virkið fær sína rávøru frá øllum fiskavirkjum í Føroyum, sum harvið fáa eina munandi virðisøking burturúr.
–Hetta fer at fáa katastrofalar avleiðingar fyri Faroe Marine Products, men ikki bert fyri okkum, men øll sum hava við fisk og fiskivinnu at gera.
-Eg vænta áleið eini 100 fólk koma at missa arbeiði tilsamans her á økinum, sigur Eirikur á Húsmørk.
–Í dag keypir Faroe Marine Products alla orkuna frá IRF, og verður tískil øll orkan brúkt frá brennistøðini. Hetta er ein “win-win-win” støða fyri allar partar. Og hevur tað eisini eina jaliga synergi-effect gjøgnum alt vinnulívið.
-Vit eru størsti brúkari av hita í Føroyum og keypa vit sum sagt fjarðhita frá IRF. Hetta lønar seg bæði fyri okkum og IRF, tí teir annars skulu brúka orku at køla ketlarnar niður. Hetta nøktar tó ikki tørvin hjá okkum og tí hava vit gjørt íløgur í 3 ketlar, 2 heittvatnsketlar og 1 dampketil, í alt 15 MWh, sum er meir enn báðar brennistøðirnar tilsamans.
–Vit bruka alla orkuna fra IRF og um Kommunala Brennistøðin kom til Leirvikar vildu Brennistøðinar framvegis verði ov lítlar til okkara brúk.
–Um tað verður soleiðis, at IRF á Hagaleiti gevst og letur aftur, so er einki Høvdavirkið meira. Tað er so heilt sikkurt! Og er einki Høvdavirkið, so missa øll arbeiði somu løtu tað hendir. Eisini eru nógv fólk sum arbeiða hjá IRF, sum koma at standa uttan arbeiði. Og ikki minst, so verður einki stað hjá fiskivinnuni at sleppa av við fiskahøvd og ryggir. Hvat hendir so? Hví skal hetta byggjast har suðuri? Hvør er tað sum arbeiðir fyri, at hetta skal til Havnar, listir mær at vita.
–Skal eitt Høvdavirkið, við øllum sínum lukti, byggjast inni í Havnini ístaðin? So vænti eg, at tað verður skjótt manntómt í Havnargøtum.
Í Føroyum eru tvey burturkastfeløg; Kommunala Brennistøðin (KB) í Tórshavnar kommunu, og IRF, sum er ein interkommunalur renovatiónsfelagsskapur, ið hinar 28 kommunur eiga og reka.
KB og IRF hava hvør sær ábyrgd av at savna inn og viðgera alt burturkast í teirra kommunum. KB tekur ímóti burturkasti frá umleið 7.500 húsarhaldum og IRF frá umleið 11.000 húsarhaldum. Harafturat taka tey ímóti burturkasti frá stovnum og fyritøkum.
Hjá IRF verður orkan keypt av Høvdavirkinum, meðan hjá Kommunalu Brennistøðini er tað P/F Fjarhitafelagið sum fær orkuna ókeypis, og verður síðani selt víðari til privatar húsaeigarar í høvuðusstaðnum.
–Vit hava sæð ein keðiligan tendens seinastu árini. Við hesum verður eitt kraftsentur flutt úr Eysturoynni og til Havnar. Hví alt skal flytast av til Havnar, tað verið seg bæði almennir stovnar o.a, veit eg ikki. Akkurát sum tey ikki høvdu fingið nokk, men nú skulu teir Guð hjálpi mær eisini hava skrelli hjá okkum til Havnar, sigur Eirikur á Húsamørk at enda.
