Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.05.2023 14:04

Borgarstjórin í Eysturkommunu: Kortanei til eina felags brennistøð í Tórshavn!

Mynd: Borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen (Eysturoyarportalurin)

So bersøgin er borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, sum nú loysir frá posabandinum. Hann umboðar ein av stóru eigarunum í IRF.

Hetta takið eg slett ikki undir við. Hví skulu vit flyta alt til Havnar?, spyr hann undrandi. Eg eri ikki ímóti at samstarva millum brennistøðirnar. Tað gera vit væl í dag. Eg dugi ikki at síggja hví tað samstarvið ikki skal halda áfram, sum tað er í dag.

Á ársaðalfundinum hjá IRF tann 28. apríl í ár, var ársfrásøgnin 2022, sum er á heili 67 síður løgd framm. Og einastaðni á síðu 9, stendur ein lítið stubbi, sum sigur soleiðis: “Nýtt felags renovatiónsfelag í Føroyum. Í løtuni verður arbeitt við at stovna eitt nýtt renovatiónsfelag, sum allar kommunur í Føroyum kunnu verða limir í. Ætlanin er, at virksemið hjá IRF og KB verður lagt í nýggja felagið. Fyri IRF merkir tað, at alt virksemi og øll starvsfólk halda fram í nýggja felagnum, og at allar ognir og skyldur hjá IRF verða fluttar í nýggja felagið. Eftir ætlanini verður nýggja felagið stovnað seinni í ár.”

Tað hevur verið frammi í miðlunum seinastu dagarnar, at ein av høvuðsorsøkunum at gera eina felags brennistøð er hon, at so kann sparast millum 400.000 mió til 500.000 mió,- í íløgum, ístaðin fyri at skifta ovnarnar út og dagføra báðar brennistøðirnar.

-Tað eru ikki íløgurnar ið drepa eina kommunu ella kommunalar felagsskapir. Tað vil altíð verða raksturin, ið er væl meira tyngjandi enn íløgurnar, sigur Per Martin.

So hetta kann ikki vera heilt rætt sum hevur verið at hoyrt í miðlunum um sparingar. Og hvar eru hesin tølini komin frá? spyr, Per Martin Gregersen undrandi.

– Brennistøðin í Leirvík bleiv jú umvæld fyri 80 mió í 2018 og fer at halda í øllum førum til 2030-35. So tað argumentið heldur ikki. Men tað er nokk ein onnur søga við brennistøðini í Tórshavn, sum jú stendur frammanfyri stórum dagføringum. Ella kanska má ein heilt nýggj brennistøð byggjast. So tað er kanska har, at eitt petti av hundinum liggur grivin!

-Eg má siga, at hetta kjakið sum nú er blussað uppaftur, at vit bert skulu hava eina brennistøð kom sera óvart á meg. Tað er fínt at hava hugskot, men í hesum førinum eigur at verða longri frá hugskotið til handling. Sum tað allar minsta, so eiga vit sum eigarar at fáa meia kunning enn vit hava fingið.

Per Martin sigur seg ikki skilja, hvussu tað ber til, at málið er komi so langt sum tað er, uttan at eigararnir hava fingið nakað at vita, annað enn leystliga kunning um tankarnar.

Sum skilst, so eru tað umboð í Tórshavnar kommunu og leiðslan í IRF, sum hava arbeitt, næstan í duldum, intenst við hesum ætlanunum í eina tíð.

Tí kann tað, sæð uttanifrá, síggja eitt sindur løgið út, at leiðslan hjá IRF ikki hevur boða nevndini í IRF frá hesum stóru og kollveltandi ætlanunum, sum arbeitt hevur verið við.

Hetta kom eisini fram í samrøðu, sum KVF hevði við borgarstjóran í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen, í gjár, tá hann gav ilt av sær um handfaringina.

-Eg sum borgarstjóri í Eysturkommunu kann ikki bara standa og hyggja at, meðan áleið 100 arbeiðspláss hvørva her í kommununi og at eitt so stórt arbeiðspláss sum IRF verður flutt til Havnar, meðan Faroe Marine Products má snara lyklinum um.

Tað var eisini nemliga hetta, sum stjórin á Faroe Marine Products (Høvdavirkinum) Eirikur á Húsamørk varpaði ljós á og upplýsti í samrøðu við Eysturoyarportalin fyri nøkrum døgum síðani. Les meir um tað her: Eysturoyggin stendur til at missa 100 arbeiðspláss!

-Eg havi ilt við at trúgva, at tað sum vit hava hoyrt um orsøkirnar hjá KB og Tórshavnar kommunu, veruliga eru tær røttu orsøkinar at leggja brennistøðirnar saman og staðseta hana í Tórshavn. Kundi tað verið, at tað eru aðrar fjaldar dagskráir aftanfyri?, spyr Per Martin undrandi.

-Sum skilst, so hevur Fjarhitafelagið tørv á orkuni, og kanska meira enn brennistøðin á Hjalla gevur í dag. Um tað er hetta ella nakað annað, er ilt at siga við vissu. Vit hava jú einki, slett einki, fingið at vita frá nøkrum um nakað sum helst. So vit kunnu bara gita, sum nú er.

Tað vit hava hoyrt er eitt sindur um, er at tað kann verða bíligari at gera ein felags brenniovn, heldur enn tveir nýggjar. Men ein býráðslimur í Tórshavnar kommunu segði við útvarpið herfyri, at talan er um at gera tveir ovnar, á sama matrikkuli á Hjalla. Altso bert ein flyting av orkuni, ið er á Hagaleiti í dag.

 Tjóðveldi í Tórshavnar býráð: Ein brennistøð er einasta rætta | Kringvarp Føroya (kvf.fo)

-Eg skilji væl, at Fjarhitafelagið ikki vil, at ein felags brennistøð verður nakra aðrastaðni í landinum enn júst í Tórshavn. Fjarhitafelagið fær jú alla síni orku harfrá, og er hetta teirra livigrundarlag. Men soleiðis er tað eisini við Faroe Marine Products í Leirvík. Brennistøðin á Hagaleiti í Leirvík er jú grundarlagið hjá teimum og øllum teimum fólkunum, sum dagliga stríðast og strevast har, til at fáa endarnar at røkka saman. Ein loysn er jú, at halda fram sum er, við tveimum brennistøðum, á tveimum geografiskum staðsetingum. Tí so verður hvørki Faroe Marine Products ella Fjarhitafelagið avtikið.

Í samrøðu við KVF tann 2.mai, segði annars borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen soleiðis: …er tað ein felags brennistøð, so kemur brennistøðin at liggja í Havn, og vit vilja eisini hava at, m.a., at endurnýtsla og annað av tí sum vit ganga so høgt uppí, við skiljing og tílíkum, eisini kann liggja her í Havnini

Hetta kann tí ikki tulkast sum annað enn, at borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hevur verið ein “primus motor” í arbeiðinum av málinum um nýggja brennistøð í høvuðsstaðnum.

Men Per Martin Gregersen stendur spyrjandi, tá hann hoyrir hetta. -Fyrst skal sigast, at vit, IRF, hava goldið 130 mió fyri tyrvingarplássið í Kvívík. Nakað sum IRF og Brennistøðin í Tórshavn eru felags um, tó ikki meira felags enn, at IRF hevur tikið allan kostnaðin á seg.

IRF er eisini eitt sera væl rikið felag, við dugnaligum starvsfólkum, sum sera væl duga at endurvinna, skilja og taka sær av burturkastinum í dag.

Á aðalfundinum 28. apríl í ár var eisini upplýst, at av teimum 37.955 tonsunum, sum IRF tók ímóti í 2022, vórðu 61,6% brend, 31,7% fóru til endurvinningar og 6,7% vórðu tyrvd. Ein minking var í øllum bólkum, og størsta minkingin var í nøgdunum av tyrviburturkasti, sum minkaðu við 20%.

IRF er ein interkommunalur renovatiónsfelagsskapur, sum allar kommunur í Føroyum, við undantaki av Tórshavnar kommunu, eiga og reka í felag. Virksemið hjá IRF fevnir um øki hjá teim 28 limakommununum í felagnum.

Kommunala Brennistøðin á Hjalla tekur sær av øllum burturkasti í Tórshavnar kommunu. Brennistøðin á Hjalla tekur ímóti umleið 17.000 tonsum av burturkasti og letur umleið 32GWh til fjarhita hvørt ár. Brennistøðin á Hjalla selur árliga umleið 4.500 tons av ruskjarni til endurvinningar. Av hesum eru umleið 1.500 tons persónbilar.

Á Kommunalu Brennistøðini starvast tilsamans 32 starvsfólk.

Í 1988 stovnaðu Tórshavnar Kommuna og SEV L/f Hitafelagið. Hetta var fyri at fáa til vega fjarhita av Sundi til útstykkingarøkini norðan fyri Havnina. Og játtaði táverandi Landsstýrið 20 mió. kr. sum stuðulslán.

Eitt sum ikki hevur verið nógv frammi, hóast tað er alment kent, so hevur føroyafólk goldið milliónir til Tórshavnar kommunu og Fjarhitafelagið (fyrr L/f Hitafelagið), í skattapengum. Okkurt um 60 mió vóru mistar av skattgjaldarans pengum, tá tær vóru avskrivaðar, tá L/f Hitafelagið fór á húsagang 1994.

Men longu í mars 1994 varð Fjarhitafelagið, sum vit kenna tað í dag, stovnað við somu eigarum, sum áðrenn húsgangin. Og enn gjalda allir føroyingar, ígjøgnum SEV, beint til borgararnar í Tórshavn og Fjarhitafelagið, uttan nokk at vita av tí.

Í dag kemur øll orkan frá brennistøðini á Hjalla, el-verkinum hjá SEV á Sundi og frá egnum oljufýrdum ketli hjá Fjarhitafelagnum.

Per Martin Gregersen er greiður í sínum málið. – Vit skulu ikki flyta alt til Havnar, bara fyri at flyta tað. Hetta gevur onga meining fyri okkum. Vit bert koma at missa, meðan Havnin og Fjarhitafelagið koma at vinna stórt. Í veruleikanum er talan um eina útbygging av infrakervinum í Tórshavn, og tað haldi eg ikki, at skattakrónurnar hjá borgarunum í Eysturkommunu og øðrum kommunum skulu brúkast til.

-Hetta er so langt úti, at eg næstan ikki havi orð fyri tí. Eg taki undir ongum umstøðum undir við fyriliggjandi uppskotið.

Eg vóni eigarirnir í IRF, eru samdir í, at verandi brennistøð bæði er neyðug og góð sum hon er. Vit hava eina góða vælrikna skipan, sum tænir øllum okkara bygdum, býum og borgarum. So vónandi taka allir borgarstjórarnir ið varða av IRF nú lógvatak saman, og standa saman, tá tað kemur til júst hetta álvarsliga málið. Sum jú í veruleikanum er tað størsta málið í søguni hjá IRF.