Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.10.2026 08:00

Eivør gevur út nýggja plátu – TUNGL

Tíðindaskriv

Í dag kemur nýggja plátan hjá Eivør, TUNGL, út.

Í sambandi við útgávuna er eisini eitt nýtt sjónbandalag komið út til lagið „Og mánin græt“, sum er fyrsta lagið á plátuni.

Sjónbandalagið hevur Eivør skapt saman við góða vini og samstarvsfelaga sínum, Gwenael Akira. Sambært Eivør varð sjónbandalagið til nærum av tilvild.

„Eg og Gwenael fóru at eksperimentera við nøkrum myndum og stuttum videobrotum, sum vit bæði gjørdust so hugtikin av, at vit ikki kláraðu at lata vera við at arbeiða víðari við teimum. Eg hevði júst víst Gwenael nýggju plátuna, og vit vóru skjótt samd um, at hetta var byrjanin til sjónbandalagið til júst hetta lagið.

Eg elski at arbeiða saman við Gwenael. Hann er eitt ótrúliga listafólk, og megnar so væl at umseta tónleik til myndir. At skapa hetta saman við honum kendist sum at skriva ein sang saman. Hann hevur ein heilt serligan musikalitet í síni skapan.” 

Ein pláta merkt av heimkomuni

Løgini á TUNGL eru skrivað seinastu árini, eftir at Eivør flutti heim aftur til Føroya. Sambært henni hevur heimkoman sett sín dám á bæði tónleikin og huglagið á plátuni.

„Tónleikaliga kennist henda plátan sum at koma heim hjá mær, samstundis sum hon eisini hyggur frameftir. Sangirnir snúgva seg um tær stóru kenslurnar í lívinum – kærleika, dirvi, myrkur og ljós.

Tungl er eitt fornnorrønt orð fyri mána, sum vit eisini hava varðveitt her heima í Føroyum. Eg havi altíð elskað hetta orðið, og eg vóni, at sangirnir kunnu verða sum eitt sindur av mánalýsi í myrkrinum fyri onkran.“

Stórur altjóða áhugi fyri útgávuni

Seinastu árini er áhoyraraskarin hjá Eivør uttanlands vaksin munandi. Í sambandi við nýggju plátuna hava fleiri útlendsk tíðindafólk leitað sær til Føroya fyri at uppliva útgávukonsertirnar, sum verða í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 16. oktober og leygarkvøldið 17. oktober. 

Millum útlendsku miðlarnar, sum verða umboðaðir, eru franska tónleikatíðarritið Rolling Stone og týska tónleikatíðarritið Musikexpress.

Konsertin leygarkvøldið er útseld, men nøkur heilt fá atgongumerkir eru aftir til konsertina fríggjakvøldið.

Spjaldur