Mynd: 9. flokkur í Tofta skúla
Vinnarin av Tryggari Internet Degnum 2023 varð í dag funnin og gjørdist 9. flokkur í Tofta skúla!
Í ár hevur evnið verið “Myndadeiling á sosialum miðlum” og í hesum sambandi gjørdu næmingarnir í 9. flokki í Tofta skúla ein stuttfilm, ið lýsir, hvussu skjótt tað kann ganga at deila eina nakna mynd av einum persóni undir 18 ár millum ung og samstundis, hvussu torført tað er at spora, hvør keldan er.
Filmurin vísur sostatt á fleiri týðandi, truplar og viðkomandi støður ung í Føroyum kunnu sita í. Hann vísir bæði:
1) hvussu lætt dreingir kunnu útsetast fyri myndadeiling uttan samtykki, líkasum gentur
2) hvussu gentur eisini kunnu vera tær, ið taka og deila myndir uttan samtykki
3) hvussu skjótt ein mynd kann ferðast
4) hvussu trupult tað kann verða at spora
5) hvussu lætt tað er at senda eina mynd gjøgnum eina telefon hjá einum øðrum, við vón um at strika síni spor
6) hvat §236 í straffilógini ítøkiliga sigur um, hvørjar avleiðingar tað kann hava fyri tey ungu at deila eina mynd uttan samtykki
7) og síðst, men ikki minst: sig frá!
9. flokkurin í Tofta skúla fekk sostatt óvæntaða vitjan í dag av SSP, Nema og Føroya Tele, ið handaðu teimum 20.000 kr fyri teirra flotta uppskot.
Enn einaferð hjartaliga til lukku við vinninginum!
Heili 43 uppskot komu inn og tað gleðir okkum, at so góð undirtøka hevur verið og ikki minst so nógv ung kring landið, ið hava arbeitt við hesum týdningarmikla og viðkomandi evninum á ein fyribyrgjandi hátt.
Øll uppskot verða at síggja á www.ssp.fo.
Deil á Facebook