Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.10.2026 20:33

25 ár hjá IRF

Mynd: Heilsu- og orkumálaráðið

Heilsu- og orkumálaráðið

Fríggjadagin varð ein heilt serligur starvsdagur hátíðarhildin hjá IRF í Leirvík.

Magnus Vatnhamar Olsen hevur verið partur av arbeiðsplássinum í 25 ár. Hann byrjaði í starvslæru, sum seinni gjørdist til fast starv, og síðani eru 25 ár liðin við arbeiði, menning, vinabondum og nógvum góðum løtum.

Landsstýriskvinnan var við til hátíðarhaldið og bar Magnusi eina heilsan.

Søgan hjá Magnusi er ein vøkur áminning um, hvussu nógv eitt arbeiðspláss kann hava at siga fyri okkum menniskju. At hava uppgávur og ábyrgd, at hava starvsfelagar og ikki minst at kenna, at vit hoyra til.

Søgan vísir eisini tað øvuta, hvussu nógv eitt menniskja kann hava at siga fyri eitt arbeiðspláss.

Hjartaliga til lukku við teimum 25 árunum, Magnus, og tøkk fyri títt íkast til felagsskapin hjá IRF