Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.10.2026 14:26

Wolfgang í Gulu smiðju

Fríggjakvøldið tann 6. november kl. 21.00, kunnu ung sum eldri, koma á konsert við bólkinum Wolfgang í Gulu smiðju. 

Bólkurin Wolfgang kom fram sum partur av føroysku rokk-rørsluni í nítiárunum og skein bjart til ljósið sløknaði fyrst í 00’unum. 
Limir í bólkinum hava seinni sett teirra fingramerki á heimstónleikin við Týr og spælt runt landið í ymsum samanhangum. 

Vinarlagið millum limirnar og felagsskapurin í bólkinum hevur tó altíð verið har og fyri stuttum komu teir við síni fyrstu heildarútgávu, sum ber sama navn sum bólkurin. Síðani hava teir spælt nakrar konsertir og til býarskáan í Runavík 6.11.26 eru vit so heppin at hava fingið teir í Gulu smiðju! Tað verður standikonsert, hart og beint á!

Atgongumerki á 200 kr fáast á atgongumerki.fo og við dyrnar. Ung undir 18 sleppa inn fyri 100 kr.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Økistónar hava stuðlað konsertini.