Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.10.2026 08:48

Manningar- og kunningarfundur hjá Tindi

Kappróðrarfelagið TIndur

Týsdagin 27. oktober kl. 19.00 verður manningar- og kunningarfundur í kappróðrarneystinum hjá Tindi í Norðragøtu.

Á fundinum verður høvi at hitta Hjalmar Zachariassen, sum er nýggjur venjari í felagnum, og hoyra um ætlanirnar fyri komandi róðrarár.

Fundurin er fyri øll, sum hava áhuga fyri kappróðri – bæði roynd og óroynd. Eisini tey, sum eru forvitin ella umhugsa at byrja at rógva, eru hjartaliga vælkomin.

Kaffi verður eisini at fáa.

Øll eru vælkomin!