Føroya Bridgesamband
Fýra dystir í føroyameistara kappingini í bridge kappingarárið 2026-27 vórðu leiktir í Bridgehúsinum hetta vikuskiftið.
Undan dystunum hetta vikuskifti var støðan tann, at liðið hjá Símuni Lassaberg lá á odda við 67,23 stigum, meðan liðið Rinkuhúsini høvdu 60,73 stig og Byggitilfar lá á triðja plássi við 58,92 stigum.
Eftir at hava leikt fýra dystir í vikuskiftinum, liggur liðið hjá Símuni Lassaberg framvegis á odda við 131,09 stigum. Beint í hølinum á Símuni og handara liðfeløgum liggur liðið Byggitilfar við 129,17 stigum, meðan Rinkuhúsini liggja á triðja plássi við 110,99 stigum.
Tað eru í alt 8 lið sum dystast um føroyameistaraheitið og kappingin endar í apríl 2027. Íalt verða 14 dystir leiktir og tað eru seks dystir eftir at spæla. Hesir dystir verða leiktir í februar og apríl 2027
Meiri kann lesast um úrslitini inni á heimasíðuni hjá Bridgesambandinum HER

Á myndini síggja vit Símun Lassaberg fremst uttast til vinstru í myndini