NSÍ vann í dag føroyameistaraheitið í fótbólti hjá monnum á heimavølli við Løkin. Hetta er annað FM-heitið hjá felagnum og tað fyrsta síðani 2007.
Petur Knudsen gjørdist avgerandi maðurin, tá ið hann javnaði til 1–1 í 84. minutti. Málið tryggjaði NSÍ eina stigið, sum skuldi til fyri at staðfesta meistaraheitið í 2026.
Eftir 19 ára bíðitíð kundu teir gulu og svørtu leikararnir saman við viðhaldsfólk teirra enduliga aftur fegnast um at vera føroyameistarar, tá ið dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð.
Myndir: Hans Kristian Eyðunsson Hansen / Eyp.fo













































































































































































