Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.10.2026 17:44

NSÍ er føroyameistari 2026 – opið hús í Bylgjuna kl. 19:00

Eftir 19 ára bíðitíð kann NSÍ aftur kalla seg føroyameistara á manssíðuni. Petur Knudsen skoraði avgerandi málið, tá ið hann javnaði til 1–1 í 84. minutti móti HB og tryggjaði felagnum FM-heitið við Løkin í dag.

Spenningurin helt sær til seinastu løtuna, men seks minuttir fyri vanliga leiktíð var Petur Knudsen á rætta staðnum. Við útjavnandi málinum tryggjaði hann NSÍ stigið, sum skuldi til fyri at staðfesta meistaraheitið.

Hetta er annað FM-heitið hjá besta mansliðnum hjá NSÍ. Fyrsta meistaraheitið kom í 2007, og nú, 19 ár seinni, stendur felagið aftur ovast í føroyskum fótbólti.

Undan avgerðini hevur gulur fótbóltsfepur merkt eystara arm á Skálafjørðinum. Leikararnir hava vitjað skúlar á Glyvrum og við Løkin, har børnini hava sungið, sett spurningar og víst sín stuðul.

Nú kunnu bæði børn og vaksin fegnast um, at vónin er vorðin veruleiki. FM-steypið skal aftur til Runavíkar, og málið hjá Peturi Knudsen fer at standa sum ein serlig løta í søgu felagsins.

NSÍ boðar frá, at frá kl. 19 er opið hús í Bylgjuni har øll eru vælkomin.

Spjaldur