Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.10.2026 15:22

Gullrúsur í Runavík – gott lag á býráðsskrivstovuni

Tríggir glaðir og vælnøgdir menn á býráðsskrivstovuni: Sigurður Ragnar Eyjólfsson, Tórbjørn Jacobsen og Karsten Joensen. Mynd: Eyp.fo

Gullið er komið í hús, og tað eisini væl merkist í Runavík og á eystara armi á Skálafjørðinum. NSÍ tryggjaði sær í gjár sítt annað føroyameistaraheiti í fótbólti hjá monnum, og bæði leikarar og viðhaldsfólk hava hátíðarhildið søguliga úrslitið langt út á náttina.

Við útjavnandi málinum til 1–1 móti HB í 84. minutti tryggjaði Petur Knudsen NSÍ tað stigið, sum skuldi til. Eftir 19 ára bíðitíð kundi felagið aftur kalla seg føroyameistara. Fyrra FM-heitið varð vunnið í 2007.

Góða lagið frá í gjár hevði eisini funnið vegin inn á býráðsskrivstovuna í dag. Tá Eysturoyarportalurin vitjaði í Runavík, vóru tríggir fegnir menn at hitta hjá borgarstjóranum: íslendski høvuðsvenjarin, Sigurður Ragnar Eyjólfsson, NSÍ-formaðurin, Karstin Joensen, og borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen.

Teir eiga hvør á sín hátt sín lut í umstøðunum og arbeiðinum kring felagið, og allir vóru samdir um, at árið hevur hilnast ómetaliga væl. Serliga fegnaðust teir um, at meistaraheitið kundi tryggjast á heimavølli við Løkin saman við teimum mongu áskoðarunum, sum høvdu leitað sær til dystin.

Frá niðurflyting til gull

Hjá Karstini Joensen er meistaraheitið eisini ein varði á leiðini, sum felagið hevur gingið seinastu fýra árini. Hann varð valdur til formann á eykaaðalfundi 26. oktober 2022, fáar dagar eftir at NSÍ var flutt niður úr bestu deildini. Í dag eru sostatt júst fýra ár liðin, síðan hann tók við.

Formaðurin kennir eisini fótbóltslívið innanífrá. Hann er uppvaksin í Klaksvík og var málverji í bestu deildini hjá KÍ, ÍF og NSÍ. Hann vardi eisini málið hjá LÍF og hevur seinni verið kendur sum vinnulívsmaður í Runavík. Nú stendur hann sum formaður á odda fyri einum felagi, ið aftur hevur rokkið ovastu rók.

Royndur venjari aftan fyri meistaraliðið

Á vøllinum hevur Sigurður Ragnar Eyjólfsson, eisini nevndur Siggi Raggi, havt høvuðsábyrgdina av liðnum.

Undan hesum kappingarárinum kom íslendingurin til NSÍ, har hann kom við drúgvum royndum úr altjóða fótbólti. Sum leikari royndi hann seg í Íslandi, Onglandi og Belgia, og við KR Reykjavík vann hann íslendska meistaraheitið í bæði 2002 og 2003.

Sum venjari stóð hann frá 2006 til 2013 á odda fyri íslendska kvinnulandsliðnum, sum hann førdi til tvær EM-endakappingar. Seinni hevur hann millum annað verið venjari hjá ÍBV og Keflavík, hjálparvenjari hjá Lillestrøm og høvuðsvenjari hjá kinesiska kvinnulandsliðnum. Nú kann hann eisini skriva føroyskt meistaraheiti við NSÍ á sítt avriksyvirlit.

Steypahandan og meira hátíðarhald bíða

Hóast gullið er tryggjað, bíða fleiri stórar løtur. Leygardagin fer NSÍ út á Toftir at spæla seinasta landskappingardystin móti B68, og har fáa leikararnir FM-steypið handað og gullheiðursmerkini um hálsin.

Møguligi spenningurin um bæði meistaraheitið og niðurflytingina, sum kundi havt merkt júst hendan dystin, er nú burtur. NSÍ hevur tryggjað sær gullið, meðan B68 er flutt niður. At kunna fara til seinasta dystin við meistaraheitinum í skjáttuni halda teir tríggir ikki vera tað ringasta.

Leygardagurin verður annars merktur av hátíðarhaldi. Umframt steypahandanina verður hátíðarhald í Borg á Glyvrum, og um kvøldið verður ársveitslan hjá NSÍ í Bylgjuni. Har fáa leikarar, venjarar, stuðlar og viðhaldsfólk høvi at savnast um eitt ár, sum fer at fáa sítt fasta pláss í søgu felagsins.

Les eisini: Myndarøð: NSÍ hevur fingið nýggjan høvuðsvenjara