Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.10.2026 21:06

Arbeiðið við átta nýggjum grundstykkjum í Fuglafirði er farið í gongd (myndir)

Borgarstjórin, Dávur Juul, gróv fyrsta flagið av nýggju útstykkingini vesturi á Horn. Mynd: Eyp.fo

Eftir eina drúgva tilgongd varð skuffan í morgun sett í lendið vesturi á Fløtum, vanliga nevnt vesturi á Horn í Fuglafirði. Tað var borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Dávur Juul, sum gróv fyrsta flagið av.

Ætlanin er, at átta nýggj grundstykkir skulu vera byggibúgvin á sumri 2028 upplýsir kommunan.

Talan er um eina útstykking niðan fyri Innandalsvegin. Fuglafjarðar kommuna og entreprenørvirkið Voyt skrivaðu tann 29. september undir sáttmála um arbeiðið. Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er 7,7 milliónir krónur, og í tí upphæddini er eitt nýtt reinsiverk eisini íroknað. 

Drúgv fyrireiking

Tað eru umleið átta ár síðani, at kommunan tók fyrstu stigini til útstykkingina. Síðani hevur verið arbeitt við at keypa lendi frá eigarunum, broyta byggisamtyktina og fáa matrikulviðurskiftini í rættlag, áðrenn lendið kundi býtast sundur í grundstykkir.

Tilgongdin hevur verið drúgv men nú er so komið á mál, og er hetta eitt týðandi stig tikið á leiðini at fáa fleiri grundstykkir tøk í Fuglafirði.

Reinsiverk til nýggj og verandi hús

Ein partur av verkætlanini er at gera eitt nýtt reinsiverk til Grávatn. Tað skal bæði nøkta tørvin hjá nýggju útstykkingini og hjá húsunum, sum longu eru í økinum.

Reinsiverkið verður eisini gjørt við framtíðini í huga. Tað skal kunna taka ímóti frá eini møguligari nýggjari verkætlan við húsum ella íbúðum vestan fyri og oman fyri verandi hús.

Grót oman fyri Vónina

Ein partur av tilfarinum, sum skal brúkast at planera útstykkingina, verður tikin úr einum øki oman fyri Vónina, sum kommunan eigur.

Samstundis verður eitt størri øki tøkt oman fyri Vónina. Ætlanin er sostatt at fáa gagn av arbeiðinum á báðum støðum, uttan at tað ger verkætlanina dýrari.

Gongst sum ætlað, verða grundstykkini byggibúgvin á sumri 2028. Prísurin fyri hvørt stykki er ikki ásettur enn, men væntandi fer hann at liggja á sama støði sum onnur grundstykkir, kommunan hevur selt, upplýsir kommunan.

Myndir: Eysturoyarportalurin

Video: Eysturoyarportalurin