Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.05.2026 10:00

Veðrið: Sunnudagin 3. mai

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi fram til á middegi mánadagin.

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Seinnapartin gongur hann upp í norðan og minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum norðanfyri vátakavi ella kavi. Í kvøld og fram til á middegi í morgin lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, smá- ella hálvskýggjað og turt. Hitin í dag 4 til 8 stig; í nátt niður í 2 kuldastig.

Sólarris: 05:07 Sólsetur: 21:41