Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.11.2026 07:08

NAZA Ein av týdningarmestu filmum í okkara tíð

Filmsfelagið

Í náttarmyrkrinum á tekjum í Tel Aviv hava teir báðir ísralesku leikstjórarnir, sum vunnu Oscarvirðislønina fyri “No Other Land”, samrøður við ísraelsk fregnartænastufólk og herfólk, ið greiða frá, hvussu ísraelski herurin reglufast og tilætlað hevur dripið palestinsk sivilfólk í Gaza.

“One of the most important films of our time”, skrivar filmsummælarin hjá New York Magazine, Bilge Ebiri.

Heimildarfilmurin “Naza”, sum Filmsfelagið sýnir mikudagin, hevur rakt nakað í tíðini. Fyrst við tað, at hann fekk serstøku virðislønina hjá dómsnevndini á stóru filmstevnuni í Venezia, og síðan við tað, at tá filmurin var liðugur, fekk hann drúgvastu lógvabrestir síðan filmstevnan byrjaði í 1932. 

“Naza” er eitt heiti, sum ísraelski herurin nýtir í einum roknistykki, tá mett verður um, hvussu nógv sivilfólk væntast at verða offur í einum tilætlaðum hernaðarálopi í sama øki. Eitt roknskapartekniskt estimat, tá kríggj er. 

Sambært frágreiðingum um filmin verður styttingin NAZA brúkt sum eitt mát fyri, hvussu nógvir sivilir persónar væntast at doyggja í einum álopi, har tey ikki eru krígsførandi partar. 

Heitið er anagram fyri hebráiska hernaðarheitið Nezek Agavi, á enskum collateral damage, ið er tilvildarligi skaðin, herurin veit, fer at raka ósek. Tað er júst hendan nýtslan av hugtakinum, filmurin setir fokus á.

Ísraelsku leikstjórarnir, Rachel Szor og Yuval Abraham, hava orðað grundgevingina fyri at gera filmin “Naza” soleiðis:

“Vit gjørdu filmin út frá eini kenslu av skyldu og ábyrgd, sum ísraelskir borgarar, at kanna skipanina handan tey hópdráp, ið eru framd á palestinsk sivilfólk, sum okkara land hevur ábyrgdina av. Tey trý árini, vit arbeiddu við filminum, settu vit okkum sama spurning, sum ættarliðið hjá ommum og abbum okkara, og fólk annars gjøgnum alla 20. øld, hava spurt: Hvussu kann ein bólkur av menniskjum loyva, at ein annar bólkur verður gjørdur fullkomuliga ómenniskjansligur? Hvussu síggja innaru mekanismurnar í einari tílíkari skipan út?”

Filmsfelagið hevur fyrr víst Oscarvirðislønta filmin “No Other Land” hjá somu leikstjórum.

Eftir sýningina ber sum vant til at fara oman í Paname á  Vaglinum við brúkta atgongumerkinum frá sama kvøldi, og fáa tvey fyri eitt. Soleiðis er Filmsfelagið. Hvørt mikukvøld sýna tey góðan film í felag.

Filmsfelagið 25/11 kl 20:00 NAZA (Yuval Abraham og Rachel Szor, UK USA og Ísrael 2026 80 min)

Spjaldur