Fótbóltssamband Føroya
Tað gekk ikki eftir vild hjá U19-landsliðnum við dreingjum, sum seinastu dagarnar hevur tikið lut í EM-undankapping í Serbia.
– Eg eri ónøgdur við, at vit ikki fingu úrtøku burturúr í kappingini, men samstundis eri eg nøgdur við ávísar partar av okkara spæli. Vit spæla við stórum ágrýtni, bæði við og uttan bólt, og hagtølini vísa eisini, at allir tríggir dystirnir, bæði í spæltbýti og møguleikum, vóru rættuliga javnir. Tí er tað serliga harmiligt, at vit tapa dystirnar við so lítlum muni.
Tað sigur André Olsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, sum seinastu dagarnar hevur tikið lut í EM-undankapping í Serbia.
Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 4-1 fyri Serbia. Okkara dreingir vóru annars á odda í steðginum við máli sum Dávid Reynheim skoraði við brotssparki. Men tá ein tími var spældur fekk føroyski málskjúttin beinleiðis reytt kort, og aftaná tað broyttist dystarmyndin týðiliga.
Í øðrum og triðja umfari taptu Føroyar 1-0 fyri Montenegro og síðani 2-0 fyri Aserbadjan.
– Einasti stóri ósigurin var ímóti Serbia, men tá vóru vit eisini væl við, inntil teir javnaðu og vit fingu ein mann vístan av vølli. Fyri okkum var tað eisini ein smeitur, at Dávid Reynheim var leikbannaður restina av kappingini.
– Samanumtikið ein undankapping við mótburði í mun til úrslit, men við góðum avrikum og við eini vón um, at úrslitini ikki eru langt burturi, sigur André Olsen við heimasíðuna hjá FSF.
Montenegro vann bólkin við fullum stigatali. Montenegro fekk níggju stig, Serbia seks, Aserbadjan fekk trý stig, og Føroyar endaðu aftast við ongum stigi.

