Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.11.2026 17:50

Norðurmakedoni til ÍF

ÍF skrivar:

Tað er við gleði, at vit í kvøld kunnu boða frá, at vit hava skriva sáttmála við 26 ára gamla David Denkovski.

Málverjin, sum er úr Norður Makedonia, kemur til okkum úr felagnum HSK Posusje, sum er úr Boznia-Herzegovina.

202 cm høgi málmaður er ikki eitt púra óskrivað blað í føoyskum fótbólti, tí hann hevur 3 ferð verið við Norðurmakedonska U21 landsliðnum, tá teir hava spælt móti Føroyum. Í september 2020 sat hann á beinkinum á Tórsvølli, tá Norðurmakedonia vann 1-0, ímeðan hann spældi báðar dystirnar í ávikavist 2021 og 2022, tá dystirnir landanna millum endaðu við einum 1-1 javnleiki og einum 1-0 sigri til Føroyar. Afturat hasum báðum dystunum móti Føroyum, hevur hann umboðað sítt U21 landslið 12 afturat, so hann tilsamans hevur spælt 14 dystir fyri Norðumakedonska U21 landsliði.

David Dendovski hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fyri kappingarárið 2027.

Vit ynskja David hjartaliga vælkomnan til Føroyar og ÍF, og gleða okkum til at síggja hann í búnanum.

Spjaldur