Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.11.2026 18:33

Eldur á skipasmiðjuni hjá MEST á Skála

Nógv sløkkiliðsakfør eru á Skála, har eldur er komin í á skipasmiðjuni hjá MEST. Løgreglan váttar, at øll tilbúgvingin er send á staðið, og at roynt verður at basa eldinum.

Eldurin kyknaði sambært løgregluni uml. 17.30. Fyribils bendir okkurt á, at eldurin er í málingagoymsluni og el-deildini í bygningunum á skipasmiðjuni.

Enn er ógreitt, hvussu umfatandi eldurin er, og hvat elvdi til, at hann kyknaði.