Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.11.2026 09:06

Dávur Juul hvakk við – vil hava tunnilin til Skálabotn

Borgarstjórarnir í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, Per Martin Gregersen og Dávur Juul, er samdir um at Landsverk má aftur til uppruna linjuføringina til Skálabotn. Mynd: Eyp.fo

Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu hvakk við, tá hann í Tingvarpinum, av løgtings røðarapalli, hoyrdi, at Landsverk kannar eina linjuføring, har Gøtudalstunnilin kemur út við Skipaneskrossin.

Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu tekur fult undir við Per Martini Gregersen, borgarstjóra í Eysturkommunu. Báðir vilja hava Landsverk at sleppa nýggja uppskotinum og arbeiða víðari við upprunaligu linjuføringini millum Gøtudal og Skálabotn.

Sambært Dávur Juul gevur uppskotið um Skipaneskrossin als onga meining. Hann er samdur við Per Martini um, at upprunaliga linjuføringin hevur greiðar fyrimunir fyri Fuglafjørð, Gøtu, Leirvík og norðuroyggjar.

Leiðin við tunli um Syðrugøtueiði er gaman í styttri í km, men longri í tíð og er avgjørt ikki ein burðardygg grønloysn. 

Við loysnini um Syðrugøtueiði má ein nýggjur vegur gerast omanfyri Søldafjørð, ein vegur í kemur at liggja nærum á somu hædd sum Syðrugøtueiði.

Tað í umræður, serliga hjá tí tungu ferðsluni, er at halda hana á einari javnari lágari hædd og mest møguligt burtur frá bygdum øki. Leiðin um Syðrugøtueiði er alt annað, sigur hann.

Betri farleið til Fuglafjarðar og Kambsdal

Dávur Juul vísir á, at fólk úr Fuglafirði og av Kambsdali við einum tunli til Skálabotn høvdu fingið samband við vestara arm á Skálafjørðinum og Eysturoyartunnilin, uttan at skula um Gøtueiði. Tað hevði eisini verið ein fyrimunur hjá næmingum, sum koyra til Miðnám á Kambsdali úr Sundalagnum og av vestara armi á Skálafjørðinum. Henda leiðin hevði stytt farleiðina hjá næmingunum og styrkt Miðnám inn í framtíðina. Kambsdalur kundi blivi ein skúlamiðdepil fyri alt norðurøkið, heldur Dávur Juul.

Fyri vinnuna í Fuglafirði hevði tunnilin givið tungu ferðsluni eina aðra og skjótari farleið, til norðara- og vestara øki í landinum. Og ikki at tala um, tá ið kavi og hálka gera tað trupult at koma um Gøtueiði. 

Minni tung ferðsla fram við skúla og dagstovni

Dávur Juul tekur eisini undir við grundgevingini hjá Per Martini um, at ein partur av tungu ferðsluni úr Fuglafirði og Norðoyggjum kundi farið vesturum Skálafjørðin. Tað hevði lætt um í Gøtugjógv, har børn dagliga fara í skúla og á dagstovn, og í bygdunum á eystara armi. Samstundis hevði ferðslan fingið betri gagn av dagførda vegnum millum Skálafjørð og Strendur.

Dávur Juul heldur tað er upplagt,at brúka grótið úr tunlinum til at gera tann nýggja vegin omanfyri Skálabotn, sum hevur verið á tekniborðinum í fleiri ár.