Dagar og nøvn í álmanakkanum
Elisabet, deyð 1213. Dóttir ungarska kongin Andras. 14 ára gomul varð hon gift týskum greiva, men hann doyði stutt eftir á eini krossferð. Elisabet gav seg burturav í kirkjuliga tænastu, og fólk tóku til umsorgan hennara fyri sjúkum og fátækum og teimum, sum ongan góðan høvdu. Í 1229 læt hon byggja sjúkrahús í Marburg fyri tey, sum eingi onnur sjúkrahús vildu vita av. Varð lýst heilag kvinna í 1235.
Hebráiskt, guð er fullkomin.
Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð