Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.04.2026 10:05

Veðrið: Sunnudagin 19. apríl

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til mánadagin á middegi.

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s. Skýggjað og einstøk æl. Í kvøld fer hann eysturum fyrst í norðan, út á náttina í landnyrðing. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skýggjað við sólglottum og einstøk æl. Hitin millum 4 og 9 stig.

Sólarris: 05:51 Sólsetur: 21:02