Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.05.2026 08:42

Veðrið: Mikudagin 6. mai

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.

Lot til frískt lot millum norðan og útnyrðing, 3 til 8 m/s, sólglottar og ælaveður, í støðum við vátakava ella kava. Hitin millum frostmarkið og 5 stig. Í kvøld lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, í nátt vaksandi til frískt lot upp í frískan vind eystan, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt, tó sum frá líður ádrigið. Hitin 2 til 6 stig.

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s, samdrigið og sum frá líður regn. Hitin 4 til 7 stig.

Sólarris: 04:58 Sólsetur: 21:50