Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.
Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s. Skýggjað og í støðum mjørkaflókar, tó eisini sólglottar í støðum og yvirhøvur turt. Í kvøld lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, í nátt og fyrrapartin frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Samdrigið og tám ella driv í støðum, tó eisini klárt í støðum, serliga norðanfyri. Hitin alt samdøgrið 7 til 12 stig.
Sólarris: 05:25 Sólsetur: 21:24
