Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.04.2026 09:27

Veðrið: Leygardagin 25. apríl

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til sunnudagin á middegi.

Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum út á fyrrapartin minkur til lítið lot, minni enn 5 m/s. Smáskýggjað, sól og yvirhøvur turt. Hitin -1 stig til 5 stig. 
Seinnapartin lítið lot eystan og í kvøld lækkar niður í landsynning, minni enn 5 m/s. Smáskýggjað, sól og yvirhøvur turt. Hitin 2 til 7 stig.
Í nátt og fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin í nátt niður móti frostmarkinum, í morgin 3 til 8 stig.

Sólarris: 05:32 Sólsetur: 21:19