Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.
Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Sum frá líður seinnapartin lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, samdrigið og kanska okkurt ælið. Í kvøld lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s. Í nátt samdrigið, men sum frá líður bert høgt skýloft. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum frá líður minkandi niður í lítið lot, minni enn 5 m/s. Hitin +5 til +10 stig, í nátt niður í -1 stig.
Sólarris: 05:35 Sólsetur: 21:16
