Mynd: Trúboðin
Í samband við Missiónsvikuna á Glyvrum var eitt stórt ungdómstiltak í Gulu smiðju í Saltangaráð týskvøldið.
Maria á Lakjuni framførdi nakrar sangir, Rani Hansen hevði eina andakt og ein løta við lovsongi var eisini. Tað vóru nærum 100 ungdómar til tiltakið.
Eftir tiltakið vóru hotdog og kaka at fáa. Myndir av tiltakinum síggjast omanfyri.
Missiónsvikan á Glyvrum er ikki liðug enn. Jóannis Fonsdal av Skála, sum er prestur í Danmark, talar á møtunum í vikuskiftinum. Tað fyrsta verður í kvøld kl. 21, har hann talar um evni: “Oys út títt hjarta fyri ásjón Harrans” (Matt 7,7-14).
Skráin sæst á Facebook síðuni hjá Glyvra Missiónshúsi og á glyvra.fo
Deil á Facebook