Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.09.2023 12:48

Tá ið Gunnar Vatnhamar gjørdist steypavinnari 2023 (filmur)

Leygardagin 16. september 2023 gjørdist Gunnar Vatnhamar íslendskur steypavinnari fyri fyrstu ferð.

Men sjálv upptaktin hjá Gunnari til steypafinaluna var heldur ørvísi enn hjá teimum flestu. Hann fleyg ikki yvir til Íslands fyri enn dagin fyri dystin, saman við famiju og kenningum, sum fóru til Íslands at hyggja eftir finaluna. Orsøkin var unnustan sum er í Føroyum og er við barn.

Men hetta tóktist ikki at nerva stóra og sterka leirvíkingin, sum var settur at loysa uppgávuna á vinstrabakki, har hann leikti yvirav liðfelaganum á føroyska landsliðnum, Jóan Símuni Edmundsson.

Víkingur Reykjavík vann steypafinaluna 3-1, á einum regnvátum og gráum degi í Reykjavík. Men hetta tóktist ikki at nerva góða stemmningin hjá øllum teimum nógvu áskoðarunum og føroyingunum, sum vóru møttir.

Eysturoyarportalurin var við í Íslandi og gjørdi eina lítla ferðafrásøgn av túrinum.