Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.09.2023 12:03

Gunnar er í Íslandi: Eg eri klárur til í morgin

Gunnar og dótturin eftir ein sigur (Mynd: Fótbólti.net)

Tað hevur verið eitt sindur óvist við Gunnar Vatnhamar seinastu dagarnar.

Fyrr í morgun frættist í onkrum miðli, at Gunnar Vatnhamar ikki fór at verða tøkur til steypafinaluna í Íslandi, sum verður leikt í morgin á Laugardalsvøllinum.

Men Gunnar Vatnhamar er í Íslandi. Og er tøkur til dystin í morgin. Hetta váttar hann fyri Eysturoyarportalinum.

-Eg havi verið í Føroyum síðani mikumorgunin, tí at møguleiki var fyri, at unnustan skuldi føða ov tíðliga. Men nú sær alt út til at vera stabilt, og eg eri tí í mogun komin aftur til Íslands, har eg fari at venja seinni í dag, soleiðis at eg eri púra klárur til finaluna í morgin.

Steypfinalan er millum Víkingur Reykjavík og KA Akureyri og verður leikt á Laugardalsvøllinum sum er tjóðleikvøllinum í Íslandi.

Dysturin byrjar kl. 17.00 føroyska tíð og kann síggjast á rásini RUV á Televarpinum.