Veðurstova Føroya
Á ferð kring landið at savna inn vitan um staðveðrið, gjørdu tey á Veðurstovu Føroya í mars samrøðu við heimildarfólk úr Kunoy um, hvussu ættirnar eru í Kunoy. Hetta var 41. samrøðan. Ætlanin er at gera samrøðu í øllum støðum í landinum.

Kunoy er einasta bygdin á vestursíðuni á Kunoynni.
Eystanfyri eru brøtt og høg fjøll. Ættirnar úr norði og niður um eystan roynast tí væl til vind. Afturfyri roynast tær illa til regn og kava. Landsynningur kemur bæði oman av Landsynningsknúti og fram við landi og roynist illa til vind í ringum veðri. Sama er við suðurættini og útsynningi. Flestu hús vórðu í gomlum døgnum bygd við grótveggi suðureftir.
Vestanfyri er Kalsoyarfjørður, og haðani sleppur lotið næstan ótarnað at bygdini. Mjørki er næstan bara á lágættum, tá hann fer norður ígjøgnum fjørðin.
Liggur hann suðurígjøgnum fjørðin, er sjóvarfalsbrim við lendingina. Ringastu brimættirnar eru norðan og útnyrðingur, og mesta brimið er, tá vestfallið er hálvrunnið og fram ímóti kyrrindum.
Tá ið lágtrýst við illveðri er vestan fyri Føroyar og gongur norðureftir, er ringasta løtan til vind, meðan hann er útsynningur. Fer hann upp í útsynning vestan, stendur hann vinkulrætt inn á bygdina og tey brøttu fjøllini aftanfyri. Tað drepur uppi og verður stilt.
Fyri at fáa meiri at vita um veðrið á øllum ættum í Kunoy setti undirritaði seg í samband við Jógvan Heinesen. Hann er ættaður úr Kunoy og hevur búð har næstan alt lívið. Hann hevur verið sjómaður og tikið lut í øllum bygdarlívinum, fingist við landbúnað og tað, sum hartil hoyrir.
Hann kom á skrivstovuna hjá Veðurstovuni á Vestaru Bryggju í Klaksvík at vitja og tosa um staðveðrið í Kunoy.
Samrøðan finst á heimasíðuni hjá Veðurstovuni. Niðast á forsíðuni eru snarslóðirnar, farið undir Staðveður og blaða niður í Kunoy.
Góðan lesihug.