Havstovan
Makrelur
Tilmælið fyri makrel er 352.938 tons fyri 2027, sum er ein hækking á heili 102% í mun til í ár.
Stóra økingin í tilmælinum kemst av at gýtingarstovnurin nú aftur er komin upp um Blimmarkvirðið. Sostatt eru ógvusligu átøkini, sum í fjør vóru sett í verk fyri at verja stovnin, ikki longur neyðug.
Tilmæli 2027, makrelurTilmæli 2027, makrelur
Svartkjaftur
Tilmælið fyri svartkjaft er 1,064 mió. tons fyri 2027, sum er ein hækking á 25% í mun til 2026.
Hækkingin kemst av góðari tilgongd frá 2024-árganginum, sum nú er vorðin partur av gýtingarstovninum.
Tilmæli 2027, svartkjafturTilmæli 2027, svartkjaftur
Norðhavssild
Tilmælið fyri norðhavssild er 588 túsund tons fyri 2027, sum er ein hækking á 10% í mun til í ár.
Tilmæli 2027, norðhavssildTilmæli 2027, norðhavssild
Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu veiðu fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2026-2027 og broytingarnar millum hesi bæði árini.
| Tilmælið 2027 | Tilmælið 2026 | Broyting frá 2026 til 2027 | |
|---|---|---|---|
| Makrelur | 352.938 | 174.357 | 102 % |
| Svartkjaftur | 1.064.191 | 851.344 | 25 % |
| Norðhavssild | 588.004 | 533.914 | 10 % |

Makrelur
Norðhavssild
Svartkjaftur
Hvussu verða tilmælini gjørd?
Tilmælini fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft eru bygd á stovnsmetingina fyri 2026. Stovnsmetingin varð roknað á altjóða fundi í Keypmannahavn 26. august – 1. september, 2026.
Til stovnsmetingina av makreli, norðhavssild og svartkjafti verða m.a. úrslitini frá altjóða svartkjafta-, silda- og makrelkanningunum, sum Jákup Sverri luttekur í, hvørt ár í ávikavist mars, maj og juli, brúktar.
Altjóða frágreiðingin frá svartkjaftakanningunum í 2026 (IBWSS report)
Altjóða frágreiðingin frá sildakanningunum í 2026 (IESNS report)
Altjóða frágreiðingin frá makrelkanningum í 2026 (IESSNS report)