Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.09.2026 11:46

Lívbjargandi fyrstahjálp á felags ráðleggingardegi

Mynd: Sunda kommuna

Sunda kommuna

Mánadagin 28. september var felags ráðleggingardagur hjá øllum starvsfólkunum á dagstovnaøkinum hjá Sunda kommunu.

Tað mesta av degnum varð brúkt til undirvísing í lívbjargandi fyrstuhjálp. Tilbúgvingarstovan skipaði fyri undirvísingini, har starvsfólkini fingu høvi at dagføra og styrkja sína vitan og førleikar innan fyrstuhjálp.

Hetta er triðju ferð, at ein felags ráðleggingardagur verður brúktur til undirvísing í lívbjargandi fyrstuhjálp. Fyrstu ferð var á vári í 2023, síðani á heysti í 2024 og nú aftur í 2026.

Dagstovnarnir í Sunda kommunu hava tveir ráðleggingardagar um árið. Annar dagurin verður annaðhvørt ár brúktur til felags undirvísing í lívbjargandi fyrstuhjálp. Á henda hátt verður dentur lagdur á regluliga fakliga menning og at tryggja, at starvsfólkini hava neyðugu førleikarnar, um ein álvarsom støða skuldi tikið seg upp.

Mynd: Sunda kommuna

Spjaldur