Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.11.2026 22:40

Nýggja pantskipanin fyri allar Føroyar kemur í gildi 1. desember

Tíðindaskriv

Týsdagin 1. desember 2026 verður nýggja landsfevnandi pantskipanin sett í verk í Føroyum.

Fyri at tryggja okkum, at yvirgongdin verður smidlig, verða allar pantmaskinur kring landið stongdar frá leygardegnum 28. November kl. 22:00 til og við mánadagin 30. november.

Hetta merkir, at borgarar ikki kunnu avgreiða pant í pantautomatum hetta tíðarskeiðið, men kunnu aftur brúka maskinurnar, tá nýggja skipanin letur upp týsdagin 1. desember.

Á heimasíðuni Pant.fo er øll neyðug kunning og vegleiðing um nýggju pantskipanina tøk bæði hjá borgarum og vinnu. Har ber eisini til at nýta pantskannaran, um ivi er um einstakar vørur.