Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.11.2026 17:43

Ísrael og støðan í Miðeystri – Hananya Naftali hevur fyrilestur í KG

Screenshot

Hóskvøldið 26. november kl. 19.30 heldur ísraelski miðlapersónurin Hananya Naftali fyrilestur á Hotel KG í Klaksvík. Hann fer at tosa um støðuna í Miðeystri og leiklutin hjá Ísrael í økinum. Eftir fyrilesturin fáa áhoyrararnir høvi at seta honum spurningar.

Naftali hevur áður starvast í miðlatoyminum hjá ísraelska forsætisráðharranum Benjamin Netanyahu, har hann ráðgav um sosialar miðlar. Hann ferðast nógv og heldur fyrilestrar í fleiri londum. Á sosialu miðlunum hevur hann yvir tríggjar milliónir fylgjarar og skrivar og tosar um Ísrael og antisemitismu.

Naftali kemur til Føroya saman við konu síni. Á Facebook skrivar hann, at hann gleðir seg at hitta fólk her og styrkja vinarbondini millum Føroyar og Ísrael. Úr Føroyum gongur leiðin víðari til London og haðani til USA.

ICEJ Føroyar skipar fyri vitjanini. Naftali vitjar eisini á Miðnámi á Kambsdali og á Glasi.

Almenn tiltøk við ókeypis atgongd

  • Hósdagin 26. november kl. 19.30 á Hotel KG í Klaksvík
  • Leygardagin 28. november kl. 20.00 í Kelduni í Skálafirði
  • Sunnudagin 29. november kl. 13.00 í City Church í Tórshavn
  • Sunnudagin 29. november kl. 18.00 í Ebenezer í Tórshavn
Screenshot