Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.09.2026 10:09

Uttanríkistænastan verður umskipað við denti á handilsframa

Mynd: Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Uttanríkistænastan verður umskipað og lagað til neyvt valdar raðfestingar, so orka og førleikar í størri mun verða savnað um Norðuratlantshav og Arktis, og um teir høvuðsmarknaðir, sum hava størstan týdning fyri føroyskan handilsframa og útflutning.

Export Faroe Islands verður styrkt og skal virka sum ein felags pallur, har vitan, førleikar og netverk verða knýtt saman í skipaðum samstarvi við vinnuna. Í hesum samstarvi verða marknaðir eyðmerktir, har mett verður, at føroyskt vinnulív hevur serligar møguleikar. Orkan verður savnað um hesar marknaðir, og arbeitt verður miðvíst við ítøkiligum átøkum, sum skulu skapa betri fortreytir fyri føroyskan útflutning.

Á fíggjarlógini verða 2 mió. kr. settar av til Export Faroe Islands, og ætlanin er at økja játtanina komandi árini.

Sum liður í umskipanini verða tillagingar eisini gjørdar í føroyska sendistovunetinum, meðan Heimatænastan verður styrkt. Sendistovurnar í Moskva og Tel Aviv verða latnar aftur. Hildið verður fram at hava sendistovu í London, men frameftir verður tað sendifólkið til ES, sum eisini verður sendifólk til Bretlands.

Umskipanin av Uttanríkistænastuni merkir, at arbeiðið verður meira málrættað, og handilsframi, marknaðaratgongd og føroyskur útflutningur fáa ein týðiligari leiklut.