Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.11.2024 21:05

Rokmikil býráðsfundur: Nú liggur málið hjá donsku løgregluni

Orðini rúku tvørturum borðið á dagsins býrráðsfundið (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Seinasti býráðsfundur í Runavíkar Kommunu í hesum valskeiðnum, varð hildin í býráðshúsinum á Glyvrum í kvøld.

Hetta varð eisini seinasti býráðsfundur hjá fleiri av sitandi býráðslimum, sum antin ikki stillaðu uppaftur ella ikki vóru afturvald. Ein av hesum er Jonhard Danielsen úr Søldarfirði.

Seinasta mál á dagsins býráðsfundi var málið um valsvik, sum júst Jonhard Daniesen hevði lagt fram, eftir at hann misti eina atkvøðu til kommunuvalið, og harvið kom tað at standa á jøvnum millum hann og Jóhan Vest úr Oyndarfirði. Men misti hann so sessin eftir at hann tapti lutakastið.

Og hetta málið, sum varð síðst á dagsins skrá, veruliga setti eld í. Orðini, ella rættari sagt ákoyringarnar, ruku í millum borðini. Og varð tónin óvanliga harður.

Tað vóru serliga oyndfirðingurin, Elin Klein Joensen, sum valdi at siga sína hjartans meining um samstarvsfelag sín seinastu fýra árini í býráðnum og Jonhard Danielsen, sum slett aldeilis ikki sótu væl um sátt. Og kom hetta sera væl til sjóndar hvussu rúkandi ósamd tey vóru.

Sambært Jonhardi Danielsen, so liggur málið, ella rættari sagt, teir tríggir atkvøðuseðlarnir úr Oyndarfirði, hjá donsku løgregluni í Keypmannahavn. Her verður málið í løtuni kannað av løgregluserfrøðingum. Og á fundinum legði Jonhard afturat, at ein veruligur vandi er nú fyri, at niðurstøðan hjá løgregluni verður hon, at valsvik er framt, og at tí má nýtt kommunuval útskrivast í Runavíkar Kommunu.

Sjálvt málið, um kæruna um valsvik, sum býráðið skuldi taka støðu til, fall, við tað at øll, uttan Jonhard Danielsen, atkvøddu ímóti.

Býráðslimurin, Kaja Joensen varð úti meðan málið var umrøtt, tí hon metti hon varð ógegni, og luttók tí ikki í málinum.