Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.11.2024 17:57

Kæran um valsvik komin á skrá

Sitandi býráð í Runavíkar Kommunu skal taka støðu til málið um valsvik

Tað eru nú meira enn 2 vikur síðani kommunuvalið var. Men enn eru langt frá allir borgarstjórar funnir ella øll býráð mannað kring landið.

Í kjalarvørrinum av kommunuvalinum í Runavíkar Kommunu, tók eitt meira ella minni drama seg upp, eftir at Jonhard Danielsen, sum hevur sitið í býráðnum seinastu fýra árini, kærdi um møguligt valsvik.

Valkvøldið týsdagin 12. november fekk hann 102 persónligar atkvøður, og slapp akkurát innum í nýggja býráðið í Runavíkar Kommunu, sum tekur við frá 1. januar.

Men eftir fínteljingina dagin eftir, stóð á jøvnum millum hann og oyndfirðingin Jóhan Vest, sum báðir fingu 101 atkvøður. Tá ið stóð á jøvnum, var neyðugt við lutakasti teirra millum. Lutakastið vann Jóhan Vest og skal hann ístaðin verða ein av teimum sum skal manna komandi býráð.

Men Jonhard Danielsen valdi at kæra um valsvik, sum eftir hansara tykki, er farið fram í Oyndarfirði. Har vil hann verða við, at hann misti eina atkvøðu, eftir at ein av hansara atkvøðuseðlum bleiv ógildaður, tí seðilin hevði tveir krossar, ístaðin fyri tann eina.

Nakað, sum sambært Jonhard Danielsen, er farið fram eftir valið, har ein eyka krossur, er settur á seðilin.

Og nú er kæran so komin á býráðsborð. Tí í ímorgin, 28. november, er sambært heimasíðuni hjá Runavíkar Kommunu, undir býráðsfundir, eitt mál sum eitur: 107/24: Kæra um valsvik.

Í viðmerking til sjálvt málið stendur soleiðis:

Tann 18/11-2024 fekk Runavíkar kommuna kæru frá Jonhard Danielsen um møguligt valsvik í samband við býráðsvalið 12. november 2024.

Sambært løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur grein 23 stk. 1 skal møgulig kæra skrivliga setast fram fyri býráðnum og er freistin at kæra 8 dagar. Býráðsvalið var týsdagin 12. november og fínteljingin 13. november. Kæran er móttikin 18. november.

Sambært somu lógargrein stk. 2 er ummæli fingið til vega frá valnevndini

Býráðsfundurin er í morgin 28. november og byrjar kl. 17.00. Fundurin er almennur.