Fiskamarknaður Føroya
Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju. Ein er á og ein er ávegis heim av Flemish Kap, ein er við Eysturgrønland, sjey fiska við Føroyar. Skipini á Flemish Kap og við Eysturgrønland fiska tosk, meðan tey við Føroyar fiska ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Onkur hevur eisini verði á Føroya Banka. Onkur kemur at landa í vikuni.
Útróður: Streymurin verður brúkiligur alla vikuna. Veðri verður vánaligt fyrst í vikuni, men verður gott seinni í vikuni. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir eru á Íslandsrygginum.