Tíðindaskriv/Organistfelagið
Á aðalfundi hjá Organistfelagnum varð samtykt at umskipa felagið til eitt fakfelag. Endaliga samtyktin varð gjørd á aðalfundinum í Gøtu kirkju 4. mai 2026, har uppskotið um viðtøkubroytingar varð einmælt góðkent.
Arbeiðið við hesum byrjaði longu á aðalfundinum í august 2025. Tá legði nevndin fram ætlanir um at broyta viðtøkurnar soleiðis, at felagið kundi gerast eitt fakfelag. Fundurin gav nevndini heimild at fyrireika neyðugar viðtøkubroytingar og leggja tær fram til endaliga samtykt á seinni fundi.
Orsøkin til umskipanina er, at arbeiðsviðurskiftini hjá organistum í Føroyum hava ment seg nógv seinastu árini. Organistar fáa í vaksandi mun løn fyri arbeiðið, og faklig umboðan hevur tí fingið størri týdning. Somuleiðis hevur felagið regluliga verið í samskifti við bæði kirkjuligar og almennar myndugleikar um lønar- og setanarviðurskifti hjá organistum.
Við umskipanini til fakfelag verður felagið styrkt sum fakligt umboð fyri føroyskar organistar og fær betri fortreytir at arbeiða fyri lønar-, setanar- og arbeiðsviðurskiftum hjá limunum.
Felagið arbeiðir framvegis fyri at styrkja yrkið og útbúgvingarmøguleikarnar hjá føroyskum organistum, eins og tað virkið luttekur í kjakinum um kirkjutónleik og orgulviðurskifti í Føroyum.
Við hesum tekur Organistfelagið eitt týðandi stig frá at vera eitt áhugafelag til at verða eitt fakfelag, sum skal umboða og verja fakligu áhugamálini hjá føroyskum organistum.