Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.11.2026 12:41

Hópurin til Baltic Cup úttikin

Mynd: Fótbóltssamband Føroya

Fótbóltssamband Føroya

Pætur Smith Clementsen, venjari hjá A-landsliðnum við kvinnum, hevur úttikið 20 spælarar til Baltic Cup, sum verður í Estlandi um mánaðarskiftið.

Seinni í mánaðinum skal kvinnulandsliðið á vøllin aftur, hesaferð gongur leiðin til Baltic Cup. Pætur S. Clementsen hevur úttikið hópin, sum skal umboða Føroyar í Estlandi. Nýggj í hópinum er 19 ára gamla Birita Mohr úr KÍ. Birita hevur umboðað Føroyar á bæði U17 og U19 landsliðnum.

Brá Zakariasardóttir (HB)
Gunnvá Lutzen (HB)
Lisa Haraldsen (HB)
Birita Mohr (KÍ)
Birita Ryan (KÍ)
Durita Hummeland (KÍ)
Eyðvør Klakstein (KÍ)
Heidi Sevdal (KÍ)
Jancy Mohr (KÍ)
Óluva Allansdóttir Joensen (KÍ)
Sanna Svarvadal (KÍ)
Tórunn Højgaard Joensen (KÍ)
Eydna Olsen Dalheim (Víkingur)
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir (Víkingur)
Mona Rasmusdóttir (Víkingur)
Natalia Dansdóttir Olsen (Víkingur)
Fridrikka Clementsen (ÍBV, ÍSL)
Anna C Brændstrup (OB, DK)
Ásla Johannesen (Piteå IF, SVØ)
Teresa Jacobsen (ULM Warhawks, USA)

Dystarskrá:

28. novembur  kl. 18.30 Føroyar – Estland // Paide indoor hall (Lokala tíð) 

1. desembur kl. 12:00 verður dysturin um 3. plássið, og finalan verður spæld kl. 18:00 // Paide indoor hall (Lokala tíð)