Ari Johannesen og Hjarnar Johansen verða báðir verandi á Toftum í tvey ár afturat.
Ari Johannesen hevur skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála við B68 og verður sostatt partur av hópinum næstu tvey kappingarárini.
Hjarnar Johansen hevur eisini longt sáttmálan við B68 í tvey ár. Hann hevur sambært Faroesoccer leikt 24 dystir í Meistaradeildin meðan Ari Johannesen er skrásettur fyri 41 dystir.
Felagið fegnast um, at bæði Ari og Hjarnar halda fram í felagnum.