Sunda kommuna skrivar soleiðis í kvøld:
Fólk í Hvalvík og Streymnesi verða biðin um at halda seg innandura í løtuni. Eisini verða akfør biðin, um ikki at koyra óneyðugt í økinum. Tekjan á virkisbygninginum hjá HP Jarn er rivin, og takplátur fúka runt í økinum.
Arbeitt verður nú við at tryggja tekjuna, so ikki meira fer í luftina.
Myndir: Eyp.fo


