Tað hevur verið nógvur vindur í dag, harðar hvirlur og ógvuliga illfýsið. Eisini er sera nógv regn komið niður kring alt landið, og hevur tað ført við sær bæði skriðulop og áarlop.
Í Norðragøtu var áin farin upp um áarbakkan, meðan eitt stórt skriðulop var lopið nakað omanfyri tunnilsmunnan í Leirvíkstunnilinum, Norðragøtumegin. Men var tó ikki til vanda fyri fólk og hús.
Ein tekja var eisini rivin í einum húsum í Norðragøtu, meðan á Fiskavirkinum stóð alt virkið undir í vatnið seinnapartin, og var neyðugt hjá sløkkiliðnum at koma og seta pumpur til.
Meðan í Syðrugøtu fór ein arbeiðsskúrður av einari ógvusligari hvirlu.
Myndir: Eysturoyarportalurin











