Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.10.2026 15:36

Funningsvegurin stongdur vegna skriðulop

Føroya Politi boðar frá, at orsakað av einum omanlopi er Funningsvegurin nú stongdur.

Omanlopið hendi millum Funningsfjørð og Funning, beint við innkoyringina til Funnings.

Arbeiðið at rudda vegin fer í gongd um eina løtu.

Óvist er, nær opið verður aftur.

Vit boða frá aftur her á síðuni.