Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.10.2026 21:02

Tummas Pauli Mohr nýggjur stjóri í Demich

Tíðindaskriv

Tummas Pauli er 37 ár, er útbúgvin civil verkfrøðingur og hevur arbeitt sum rakstrarleiðari í Demich í eitt knapt ár. Áðrenn hann kom til Demich, arbeiddi hann í 5 ár sum byggileiðari hjá Arpe Kjeldsholm í Keypmannahavn. 

Nógvar broytingar hava verið gjørdar í Demich síðstu tíðina, og vit fegnast um, at Demich fyrstu 9 mánaðirnar í ár hevur megnað at fingið yvirskot á botnlinjuna, sigur Suni Justinussen, sum hevur verið virkandi stjóri í Demich síðsta árið. 

Vit í nevndini í Demich fegnast um, at Tummas Pauli hevur tikið av at reka felagið víðari framyvir, sigur Suni Justinussen.  

Demich hevur sum fremsti heildarveitari av grønum hitaloysnum verið ein virkin partur av orkuskiftinum í Føroyum seinastu mongu árini.

32 fólk starvast í Demich, sum er eitt dóttirfelag hjá Magn.