Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.02.2023 20:43

Nes kommuna bjóðar til morgunmat í morgin kl. 10

Mynd: Nes.fo

Tað er í morgin kl. 10.00 at Nes kommuna, í samband við at Nes kommuna tekur býarheiti, at bygdaráðið bjóðar øllum borgarum í kommununi til morgunmat og hátíðarhald í fimleikahøllini í Tofta skúla.

Øll eru hjartaliga vælkomin leygarmorgunin, har morgunmatur verður at fáa frá kl. 10.00.

Síðani verður tiltak í fimleikahøllini kl. 10.30, har borgarstjórin heldur røðu og heiðrar borgara nr. 1500.

Eisini verður felagssangur og Jens Marni Hansen fer at framføra.

At enda fara Angela og Hannibal at undirhalda.

Nes kommuna bæði vóna og vænta at síggja nógv fólk.