Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.04.2025 19:19

Myndir: Venjing: Kavaðu eftir dekkum á botninum

Mynd: Eysturoyarportalurin

Kavarar frá Fuglafjarðar sløkkiliðið høvdu, í góðveðrinum í morgun, eina venjing saman við fólkum frá kavaraskúlanum Faroe Dive og Fuglafjarðar Havn.

Venjingin fór fram á bryggjuni í Fuglafirði, har tvíkiljurnar hjá KJ liggja. Uppgávan var at burturbeina gomul fríhold (dekk) sum lógu á botninum.

Tveir kavarar vóru sendir niður, og eftir umleið einum tíma, høvdu teir fingið fatur á 12 fríholdum (dekkum).

Sagt verður, at hetta er ein liður í at venja samskifti og tekniskar førleikarar hjá pørtunum.

Kava verður aftur í morgin og uppgávan verður áleið tann sama, verður upplýst fyri Eysturoyarportalinum.

Myndir: Eysturoyarportalurin