Lesarabræv
Ein lutfalsliga stórur partur av mínari tíð er brúktur í okkara høvuðsstaði, Tórshavn. Nøkur ár blivu brúkt har í samband við lesnaðin og hesi síðstu árini havi eg havt eitt ótal av politiskum ørindum har suðuri. Og so ikki at gloyma ta frítíð, sum eisini er brúkt til matupplivilsir, ríka handilslívið, undirhald og annað gott, sum Havnin hevur at bjóða teimum vitjandi.
Eg stórtrívist her “norðuri í dýrdini”, sum onkur plagar at taka til, MEN eg vildi ikki verið Havnina fyriuttan. Eg eri sera góður við okkara høvuðsstað, Tórshavn.
Tað harmar meg tó almikið, tá eg lesi og síggi, hvussu tær kvinnur og menn, sum stjórna høvuðsstaðnum, tosa um kærleika, opinleika og inklusjón. Elsa Berg og kompaní fara øðiliga yvirfladiskt til verka tá tey markera seg uppá eitt av teirra hjartamálum – LGBT+ ideologiina.
Heldur enn at mála eitt tunt lag av máling á asfaltið í Steinatúni, sum er knútapunktið fyri stóra talinum av býarbussum har suðuri, átti Elsa Berg heldur at farið í dýpdina og útlagt fyri sínum borgarum og Føroya fólki, hvør tað er sum manglar kærleika, opinleika og inklusjón frá okkara høvuðsstaði og føroyska samfelagnum annars.
Havnin verður dekkað við Pride-fløggum og yvirflatisk slagorð sum “love is love” verða rópt á havnargøtum. Men verður bert skavað eitt sindur í yvirflatuna á tí sum hesi fólkini savnast um, so renna vit okkum í stórar, djúpar og grundleggjandi spurningar!
Um tvær kvinnur skulu hava “rætt til hvørja aðra”, hvussu er so við rættinum hjá “teirra barni” til sín pápa? Og um kyn er flótandi, hvat er so ein kvinna yvirhøvur? Tá tvær kvinnur sleppa at “fáa sær eitt barn”, hví sleppa “tveir pápar” so ikki tað sama? Hava tit gloymt at eitt “T” er í LGBT+? Ætla tit at føroyingar, børn sum vaksin, skulu sleppa at “broyta sítt kyn” við varandi inntrivum á teirra kropp? Og hvussu við føroyska málinum? Ganga tit inn fyri at okkara mál skal vera eitt “ikki-binert mál”, sum LGBT+ Føroyar ætlar at kjakast um í kvøld?
Nú eri eg ikki meira enn komin niður um yvirflatina og eitt ótal av spurningum reisa seg beinavegin. Hesar spurningarnar vænti eg tó ikki at fáa svar uppá…ella jú, mann svarið hjá Elsu og kompaní ikki vera “love is love”?
Eg elski okkara høvuðsstað, Tórshavn. Eg elski dýpdina og breiddina av tí sum Havnin hevur at bjóða, men eg øtist við hvussu grunnur borgarstjórin er, tá Elsa sigur at “øll hoyra jú til í Tórshavnar kommunu” og so onki meira.
Jú, sjálvandi skulu øll hoyra til – bæði í høvuðsstaðnum ella aðrastaðni í landinum, men hvat er ítøkiligi trupulleikin, sum Elsa Berg roynir at varpa ljós á og hvussu skal hann loysast?
Síggjast á ólavsøku í okkara deiligu Havn!
Steffan Klein Poulsen,
formaður Miðfloksins