Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.10.2026 09:10

Tunnil millum Vestmanna og Hvalvíkar gagnar norðurøkinum sum heild

Sámal Sunnudag

Føroyingar gevast ongantíð at tosa um tunlar, tykist. Suðuroyartunnil, Sandvíkartunnil, Skúvoyartunnil, Sandstunnil, Miðvágstunnil, Sandavágstunnil, Tjørnuvíkartunnil, Gjáartunnil, Gøtudalstunnil, Oyndafjarðartunnil, Kalsoyartunnil, ja og so sjálvandi eisini Vestmannatunnil. Ynskilstin er langur, og tað er greitt, at slíkar íløgur mugu raðfestast, tí at ráð og umstøður eru ikki at gera alt um eina leið.

Skulu tunlar gerast, er neyðugt at viðgera linjuføringar út í æsir, tí vit hava í fleiri førum sæð, at tunlar eru gjørdir við suboptimalari farleið – meiri um hetta eina aðru ferð. Ofta merkir ynskið um at stytta tunnilin, at samfelagsnyttan verður minni, enn hon annars hevði verið. Harumframt merkir ein stytri tunnil, at aðrar atknýttar íløgur verða tað dýrari, bæði í bygging og rakstri. 

Les meira: Tunnil millum Vestmanna og Hvalvíkar gagnar norðurøkinum sum heild

Spjaldur